Lokaldeild Føroyar

Føroyska deildin varð endurstovnað 17. okt 2011.
Nevnd hevði verið virkin í 90unum, men var tað arbeiði tíanverri dottið niðurfyri.

Á endurstovnandi fundinum vóru umleið 30 fólk møtt til fundar.
Forkvinnan og skrivarin fyri Colitis Crohn Foreningen, Bente Buus Nielsen og Inger Gravesen vóru komnar til Føroyar at hjálpa til við stovnan av føroysku deildini.

Kári Rubek Nielsen, serlækni í medisinskari gastroenterologi, hevði upplegg um tarmsjúkurnar, og var eisini Ph.D lesandi læknin Johann Burish við og greiddi frá sertøðu føroyinga. Serstøðan er tann at tilburðirnir eru 3 ferðir hægri enn aðrastaðni í heiminum.

Fyrsta nevndin gjørdist:
Teitur Vágadal, formaður
Erla Pállsdóttir, kassameistari
Jórun Isaksen, skrivari
Jóhann Joensen
Jónfríð Jóanesarson